Skeiðið hjá sitandi Javnstøðunevnd er úti og tí hevur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sett nýggja Javnstøðunevnd.
Í nýggju Javnstøðunevndini eru:
Navn Umboðandi
Katrin Kallsberg, lækni Forkvinna
Guðrið Joensen, samskipari Løntakarar
Niels Winther, ráðgevi Arbeiðsgevarar
Marjun Magnussen, løgfrøðingur Kvinnufelagasamskipan Føroya
Jónleif Johannensen, lærari Skúla-, heilsu- og almannaverkið
Varalimir í Javnstøðunevndini eru: Súni Selfoss, Esther Dahl, Peddy Højgaard og Páll Poulsen.
Javnstøðunevndin hevur fimm limir, sum eftir tilmæli frá feløgum og stovnum á arbeiðsmarknaðinum verða tilnevndir av landsstýrinum. Limir umboða ávíkavist løntakarar, arbeiðsgevarar, Kvinnufelagasamskipan Føroya, skúla-, heilsu og almannaverkið og ein umboðandi Føroya landsstýri. Umboð landsstýrisins er formaður.
Virksemið hjá Javnstøðunevndini er í høvuðsheitum 1) at hava eftirlit við, at javnstøðulógin verður hildin, 2) at vera ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum og 3) at geva tilmæli í javnstøðumálum.
Tað upplýsir Vinnumálaráðið.