Katrin Kvilt á Skála 75 ár

Mánadagin 15. august fyllir Katrin Kvilt á Skála 75 ár.

Katrin er ættað av Eiði, dóttir Kristionnu, f. Hansen, og Jóhan Kallsoy, lærara og løgtingsmann, bæði av Eiði. Tey vóru tólv systkin, seks dreingir og seks gentur. Katrin var tvíburi við Herman Kallsoy, sum andaðist í 1997.

Katrin giftist í 1948 við Sveinbjørn Kvilt, eisini av Eiði, sonur Thominu, f. Andreasen, og Hans Jacob Poulsen, sum eisini var løgtingsmaður.

Í 1950 fluttu tey til Skála at búgva, har Katrin arbeiddi við sild, og Sveinbjørn fekk arbeiði á bedingini.

Katrin og Sveinbjørn eiga fýra børn: Tórhild, sum býr í Havn, Elinborg og Trygvi, sum búgva í Danmark, og Jórun, sum býr í Saltangará.

Eftir at hava fingið sær frisørútbúgving í Danmark, byrjaði Katrin við egnari frisørsalong fyrst í 60-unum, og er hon framvegis í hesum starvi. Frisørfakið sær út til at ganga í arv, tí tvær av døtrunum, Tórhild og Jórun, hava hvør sína frisørsalong ávikavist í Havn og í Saltangará, og tvær av ommudøtrunum eru eisini frisørar.

Í 60-unum høvdu Katrin og Sveinbjørn kaféina "Kvilts Kafé" á Skála, sum eisini var eitt kent dansistað tá í tíðini.

Katrin er sera blíð og fyrikomandi, og hon er framvegis ein ógvuliga virkin kvinna.

Hon eigur 14 ommubørn og 17 langommubørn.