Hesa vikuna verður heimsmeistaraheitið í rógving hildið í Eton í Onglandi. Millum róðrarfólkið er føroyska Katrin Olsen, og hon rør við danska dupultfýraranum.
Báturin telist millum teir sterkastu í sínari kapping, og hann hevur eisini vunnið seg fram í finaluna.
Danmark tapti fyrstu innleiðandi kappingina fyri Kina, sum var heilti 7 sekund frammanfyri danska bátin, men Danmark fekk ein kjans afturat, tí báturin gjørdist nummar 2.
Í gjár var kapping fyri næstfremstu bátarnar í øllum teimum innleiðandi kappingunum, og hesaferð vóru Katrin og tær fremstar. Tær løgdu seg á odda beinanvegin, og tær hildu leiðsluna allan vegin á mál og vóru 6 sekund frammanfyri nummar 2.
Sunnudagin verður finalan, og har skal danski báturin millum annað kappast við sterku kinesisku manningina.