Katrin kærir til løgmann

Katrin Dahl Jakobsen fer at senda løgmanni bæv í sambandi við ófantaliga aftursvarið, hon fekk frá Torbjørn Jacobsen, landsstýrismanni, seinasta fríggjadag

Ein av komandi døgunum fær løgmaður bræv frá Katrin Dahl Jakobsen, tingkvinnu.

Í hesum brævi fer Katrin Dahl Jakobsen at heita á løgmann um at bera so í bandi, at tað ikki fer at endurtaka seg, at hon ella aðrir tinglimir fáa eins ófantaligt aftursvar frá Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni, sum hon fekk seinasta fríggjadag.

Fyrispurningurin snúi seg um bústaðartørvin hjá lesandi. Men partur av svarinum frá landsstýrismanninum var persónligt álop á tingkvinnuna og á flokk hennara.


Vendi sær til formansskapin

Fyri at sleppa undan, at slíkt svar kom frá tingsins røðarapalli, heitti Katrin Dahl Jakobsen á formansskapin um at syrgja fyri, at fyrispurningurin ikki varð svaraður. Hon hevði nevniliga, eins og vanligt, sæð svarið frammanundan.

Men formansskapurin segði seg ikki kunna steðga einum svari, sum var samtykt at skula svarast. Í staðin fekk Katrin Dahl Jakobsen at vita, at hon kundi leggja sak mót landsstýrismanninum, metti hon grundarlag vera fyri hesum,

Hetta ætlar tingkvinnan sær ikki at gera. Men hon ætlar kortini ikki at góðtaka, at landsstýrismenn koma við slíkum svarum frá tingsins røðarapalli.

Tí fer Katrin Dahl Jakobsen at senda løgmanni eina áheitan um, at bera so í bandi, at hetta ikki hendir aftur.


Aðrir tinglimir við

Katrin Dahl Jacobsen hevur enn ikki gjørt av, um hon fer at senda eitt persónligt bræv frá sær til løgmann, ella um hon fer at heita á aðrar tinglimir um at skriva undir brævið saman við henni.

? Eg veit, at flest allir tinglimir hildu svarið vera óhóskandi, tí havi eg hugsað um, hvørt eg skal fáa teir at skriva undir brævið saman við mær. Men eg havi ikki tikið støðu til hetta enn, sigur Katrin Dahl Jakobsen.

Tingkvinnan leggur tó dent á, at talan verður ikki um eina kæru til løgmann, men heldur um eina áheitan.