Katrin hugsar um HM

Meðan flestu heimligu rógvarar helst hava tankarnar vendar móti ólavsøkuni, hugsar Katrin Olsen nakrar vikur longri í so máta. Tann 20. august skal hon nevnliga verða partur av HM-kappingini í rógving, har hon og hinar í danska dupult-fýraranum aftur í ár medda høgt.
Í fjør heyst gjrødist talan fyri fyrstu ferð um heiðursmerki til donsku kvinnumanningina í hesi bátastøddini, og sjálvt staðfestir Katrin, at tær avgjørt ikki ætla, at nakar skal taka heiðursmerkini frá teimum uttan víðari.
- Enn vita vit ikki, hvussu nógvir dupult 4'arar koma til HM. Vónandi koma fleiri enn í Japan, har ta: bara vóru 7 bátar. Kinversku kvinnurnar eru nokk tær, sum vit skulu ansa mest eftir. Tær vóru ikki vi: í Japan, men tær vunnu HM í 2003 og 2004, og tær hava staðið seg serstakliga væl í ár í dupult-scullara í Munchen og Poznan. Men vit ræ:ast tær ikki, og ætla ikki at lata tær ella nakran annan sleppa fram við okkum, eru boðini, sum Katrin hevur sent umvegis teldupost.
Í næstum fer Katrin saman við liðfeløgunum á venjingarlegu í Eysturríki, og har er ætlanin, at formurin veruliga skal fínpussast, sigur Katrin, áðrenn hon at enda letur heilsa og ynskir øllum her heima eina góða ólavsøku.