Fríggjadagin 13. oktober vardi Katrin Hoydal ph.d.ritgerð sína við NTNU.
Ritgerðin er um dálking av grindahvali og kallast "Levels and endocrine disrupting effects of legacy POPs and their metabolites in long-finned pilot whales of the Faroe Islands".
Í stuttum kann sigast, at hóast kanningarnar vístu, at hvalur er lutfalsliga rættiliga dálkaður, og granskarar síggja onkur sambond millum dálkingarevnini og mátaðu parametrarnar í hvalinum, so bar ikki til at staðfesta umfatandi negativ árin á hormon og vitaminir, sum eru týdningarmikil, serliga fyri nøringina í hvali.
Katrin Hoydal hevur arbeitt á Umhvørvisstovuni við verkætlanini og hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á NTNU.
Bjørn Munro Jenssen, professari, hevur verið høvuðsvegleiðari, og Augustine Arukwe, Asunción Borell og Bjarne Styrishave, professarar, hava verið hjávegleiðarar.
Í metingarnevndini vóru Krishna Das, seniorgranskari á University of Lìege, Belgia, Jan Ludvig Lyche, professari á NMBU, Noregi, og Per Winge, lektari á NTNU, Noregi, sum er formaður.
Sum siðvenja er i Noregi, so helt Katrin Hoydal ein royndarfyrilestur fyrrapartin tann 13. oktober við heitinum "Endocrine disruption in marine vertebrates".
Síðani var sjálv verjan seinnapartin. Verjan gekk væl og metingarnevndin helt, at úrslitini frá kanningunum í grindahvali vóru umfatandi og áhugaverd.
Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum, www.gransking.fo, er ein enskur samandráttur av greinini.










