Katrin Holm fekk nógv flestar atkvøðu

Seinasta freist at velja til eldraráðið í Tórshavnar kommunu var í dag kl. 12. Møguleiki var bæði at velja um talgilda skipan og við brævatkvøðu. Í alt 11 høvdu stillað upp.


Í alt 4.419 borgarar yvir 60 ár valdagin høvdu valrætt. Valt hava 2.069, hetta er 46,8% av veljarunum.

 

Valúrslitið var hetta:

Katrin Holm 471 atkvøður

Eydna Háberg 291 atkvøður

Julianna Klett 289 atkvøður

Petur Rouch 252 atkvøður

Helgi Hansen 154 atkvøður

Niels Pauli Danielsen 148 atkvøður

Tórgerð Dam 127 atkvøður

Eyrith Leyni 104 atkvøður

Brynhild Danielsen 85 atkvøður

Ása A. Østerø 77 atkvøður

Suffía Eliasen 68 atkvøður

 

Tríggjar atkvøður vóru blankar.

 

Vald í eldraráðið eru sostatt:

Katrin Holm

Eydna Háberg

Julianna Klett

Petur Roach

Helgi Hansen

 

Varalimir eru Niels Pauli Danielsen, Tórgerð Dam, Eyrith Leyni, Brynhild Danielsen og Ása A. Østerø.

 

Nývalda eldraráðið í Tórshavnar kommunu tekur við 1. januar 2017. Eldraráðið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Eldraráðið hevur skrivstovu í Tilhaldinum í Tórsgøtu.

 

Eldraráðið ráðgevur býráðnum í eldrapolitiskum spurningum. Endamálið er at tryggja, at tey eldru verða hoyrd í viðurskiftum, sum viðkoma teimum, og eisini at gagnnýta teirra vitan og royndir. Eldraráðið kann av sínum eintingum eisini siga sína hugsan um eitthvørt evni av almennum áhuga fyri tey eldru, koma við hugskotum og seta spurningar.