Katrin í hálvfinaluni

Katrin Olsen hevur róð seg í hálvfinaluna í world-cup kapping í single-sculler
Kappingin verður hildin í Poznan í Pólandi, og er hetta fyrsta ferðin, at Katrin kappast í hesum bátaflokkinum.
Sambært danska róðrarsambandinum, so var enska Laura Ralston favorittur í hesi kapping, men hon megnaði tó ikki at fylgja við Katrin. Saman við eini týskari kvinnu var Katrin allan róðurin á odda, og hon er soleiðis til reiðar at rógva hálvfinalu í dag.