Katrin Olsen skal rógva finaluróður í World Cup í Luzern.
Tað er greitt eftir semifinaluna í dag, har Katrin Olsen og Juliane Rasmussen róðu lættvekts dupultscullaran fyrst um málstrikuna.
Tær stríddust leingi við týska bátin um fremsta plássi, men akkurát sum í innleiðandi umfarinum í gjár, var tað ein fínur spurtur, sum koppaði kappingarneytunum.
Sostatt vunnu Katrin Olsen og Juliane Rasmussen róðurin og komu fyrstar á máli í tíðini 7.03.53 akkurát eitt sekund frammanfyri týska bátin.
Í morgin bíðar so finalan.
Hetta er síðsta World cup kappingin áðrenn HM.