Í gjár gjørdi lítli nótabáturin Katrin, sum er heimahoyrandi í Søldarfirði, størsta nótakastið higartil í vertíðini. Teir royndu út fyri Saltnesi, og tá samanum kom, fingu teir 30 tons av sild í kastið, sum er 10 tons meira, enn báturin tekur.
Hilmar Johannesen sigur, at enn er vertíðin so nýggj, men hetta er størsta einstaka nótakastið, sum teir higartil hava havt í heyst.
Vanliga byrjar silda-og brislingavertíðin á Skálafjørðinum í november, og hon varar út í mánaðarskiftið februar/ mars.
- Vit hava gjørt onkrar hampiligar túrar í heyst, men hava ongantíð í hesi vertíðini fingið so nógv í einum kasti, sum í gjár. Hetta var alt hampiliga stór og góð sild. Tá vit høvdu fylt bátin, slóðaðu vit inn í Oyrahavnina við nótini.
Hann sigur, at tað, sum eftir var í nótini, eini 10 tons tilsamans, varð tikið beinleiðis upp í lastina á bryggjuni og koyrt norður til Havsbrún í Fuglafirði, sum tekur ímóti sildini.
Hilmar Johannesen sigur, at brislingatíðin á Skálafjørðinum er um somu tíð sum sildavertíðin, og higartil í heyst hava teir eisini fingið nakað av brislingi. Men, enn er ikki rættilig gongd komin á veiðina eftir brislingi.
Ein spennandi verkætlan við brislingi er í gongd á Tavuni í Leirvík, og í fjør eydnaðust royndirnar eftir øllum at døma væl.
- Vit eru spentir eftir at vita, hvussu hesin veturin fer at roynast við brislingi, og hvussu tað fer at ganga hjá Tavuni at gera fiskin kláran til útflutnings og víðari framleiðslu í útlandinum, sigur Hilmar Johannesen.










