So skuldi tað verið prógvað. Einki er ógjørligt í ítrótti, hóast tú er føroyingur. Fyri góðari viku síðan staðfesti vágbingurin Pál Joensen sítt triðja EM-gull fyri juniorar í svimjing, og í gjár vann Katrin Olsen sær pláss í hálvfinaluni í lættvekts dubultscullara. Hetta saman við Juliane Elander í rógving, sum saman umboða Danmark.
Í innleiðandi umfarinum gekk sum eftir bókini hjá teimum báðum, og við heili sjey sekundum til triðja plássi, kom Danmark á málið sum nummar tvey.
Eingin ivi
Greiða málið hjá Olsen og Elander var at enda millum tveir teir fremstu bátarnar. Hetta gav beinleiðis atongd í hálvfinaluna.
-Vit fara at vinna. Ætlanin er at rógva uttan minsta mistakið, og donsku rógvararnir fara at vinna tríggjar gullkrónur, segði Katrin Olsen í samrøðu við Politiken undan róðrinum.
Við eitt toga tær í, og samansetingin av Føroyum og Danmark riggar væl. Áralagið var gott. Á triðja raðnum leggja tær varisliga út á 2000 metra teininum, og kunnu bara eygleiða kinesiska og japanska bátin, sum strúka framvið. Hesir vóru væl fremstir, tá tað var hálvliðið. Men alt var tilvitað hjá teimum báðum. Munurin minkaði í smáum, og tá 500 metrar restaðu var lítið á muni. Báturin, nevndur Alexandra I, vann seg spakuliga framum, og tá avtornaði var als eingin ivi. Á málinum var munurin til kinesiska bátin ein hálv bátslongd, meðan tað var leyst aftur til japanska bátin. Har við høvdu Katrin Olsen og Juliane Elander tryggja sær luttøku í hálvfinaluni.
Í eldin hósdagin
Hósdagin skulu Katrin Olsen og Juliane Elander aftur í eldin. Tá skal hálvfinalan avgreiðast, og rógvararnir eru bjartskygdir. Teir eru til reiðar at vinna gull til Danmark í OL í Bejing.
Ein møgulig finalan verður sunnudagin um seks dagar.
Føroyska tjóðin ynskir teimum báðum tillukku við flotta úrslitinum, og Sosialurin fylgir við, hvussu tað fer at ganga hjá Katrini Olsen og Juliane Elander.
Tíðirnar:
1. Kina, 6.57.58
2. Danmark, 6.58.63
3. Japan, 7.05.67
4. Kuba, 7.13.35
5. Suðurkorea, 7.39.70