Katla er ein lutvíst nýggjur føroyskur bólkur, ið spælir frumskrivaðan instrumentalan tónleik. Katla framførir jazz-kendan tónleik, ið fevnir um alt frá sveimandi ljóðmyndum til tango, gospel og livandi jazz.
Tað er keyboardmaðurin í bólkinum, Magnus Johannessen, sum hevur skrivað allan tónleikin. Hann hevur áður útgivið tónleik við bólkum sum Plúmm og Greengate.
Bólkurin hevur seinasta hálva árið verið fastur bólkur til jazzkvøldini sum eru týskvøld á Hvonn. Hesi kvøld hava verið sera væl vitjaði, og framførslurnar hava verið sera væl móttiknar - bæði av ungum sum eldri.
Katla er sprottin úr bólkinum ?trio Magnussar?, og hann var fyrsti jazz bólkur, sum var boðin at luttaka á eini Ólavssøkukonsert. Hetta var til tiltakið ?Futt í Býin? sum var í juli 2008.
Luttakandi tónleikarar í Katla:
Magnus Johannessen, Piano, Keyboards, Harmonika.
Rógvi á Rógvu, Trummur, Percussion
Edvard N. Debess, Bass
Ólavur Olsen, Trompet, Flygelhorn, Eb horn
Haukur Grøndal, Saxofon, klarinett










