Hvørt týskvøld er livandi tónleikur á Hvonn. Í kvøld er føroyskur jazzur á skránni Hvørt týskvøld er livandi tónleikur á Hvonn. Talan er um Lounge Jazz tónleik. Hetta er ofta lættari jazz tónleikur, bakgrunds tónleikur ella retro 50 og 60 ara tónleikur.
Í kvøld er føroyskur jazzur á skránni.. Talan er um bólkin Trio Magnussar ella Katla, ið hann eisini verður kallaður.
Bólkurin er mannaður við Magnus Johannesen á klaver, Rógvi á Rógvu á trummum, Edvard N. Debess á bass og Ólavur Olsen á trompet.
Katla hevur spælt saman eina tíð og ætlanin er eisini at koma við einari fløgu komandi ár. Høvuðsmaðurin í Katla eitur Magnus Johannesen. Hann hevur skrivað allan tónleikin, ið bólkurin spælir týskvøldið.
Tónleikurin byrjar kl 21 og fólk mugu vera í góðari tíð, um tey ynskja sær eitt gott stað at sita, tí vanliga eru jazzkvøldini væl vitjað.
Tað er týskvøld, tað er Hvonn, tað er jazzur, tað er tað.










