Katla Heðinsdóttir vart ph.d. á Københavns Universiteti

Í dag, hósdagin 30. september, vardi Katla Heðinsdóttir ph.d.-ritgerð sína við Institut for Kommunikation á Københavns Universiteti.  

 

Hetta skrivar gransking.fo.

 

Verjan gekk sera væl, og metingarfólkini spardu ikki uppá lýsingarorðini: Framúrskarandi, frálíkt filosofiskt arbeiði, sera týðandi gransking. Ein av próvdómarunum endaði við at bjóða henni við í ein granskingarbólk í Oslo.

 

Verkætlanin snýr seg um úrnýtslu og viðbrekni í kliniskari gransking við denti á gransking í fíggjarliga viðkvomum umhvørvum. Heitið á ritgerðini er: “On the Exploitation of Host Communities in International Clinical Research."

 

Granskingin hjá Katlu Heðinsdóttier er partur av stórari granskingarverkætlan við heitinum “Convergent Ethics and Ethics of Controversy - (CEEC)” har fleiri granskarar kanna alment ivasemi mótvegis nýggjari biotøkni úr etiskum, sálarfrøðiligum og politiskt-filosofiskum sjónarhornum. 

 

Klemens Kappel, professari á Københavns Universitet, hevur verið høvuðsvegleiðari og Erik Malmqvist, lektari á Göteborgs Universitet, hjávegleiðari, skrivar gransking.fo, og har sæst eisini meira at lesa um ritgerðina.

 

Í metingarnevndini vóru

 

Sabrina Ebbersmeyer, lektari á Københavns Universitet, forkvinna

Ruth Sample, Associate Professor við University of New Hampshire

Jan Helge Solbak, professari á Oslo Universitet