Katie til handils við løgregluni

Sjónleikarin Katie Holmes, sum er gift við Tom Cruise, fær ongantíð frið at fara í býin. Heldur ikki tá ið hon einsamøll roynir at sníkja seg til handils er friður. Nú um dagarnar skuldi Katie í býin í Shreveport í Louisiana, men í hølunum á henni vóru naskir myndamenn.
Hesaferð gjørdi Katie stutt og greitt, at hon ringdi eftir løgregluni, tí hon helt seg verða órógvað at myndamonnunum. Løgreglan kom henni til hjálpar og helt vakt, meðan hon fór at keypa.
Tað var framleiðslufelagið til hennara film, sum hevði biðið hana ringja til sheriffin, um hon hevði brúk fyri hjálp, og løgreglumenninir vóru eisini hjálpsamir, tá ið alt kom til alt.