Kathrina

8. mai 1978 – 21. februar 2010

Skjótt er Harranum um...


Sárur missur,

vit skilja onki.


Tað tykist so stutt síðani,

tú spældi í túninum,

væl nøgd.


Arbeiðssom og røsk,

álítandi og hjálpsom,

hugsaði um hini,

spurdi eftir øllum,

altíð eitt fitt orð á vegnum.


Nú fjala svørt skýggj sólina.


Ein rósa í fagrasta blóma skrykt burtur,

men eftir stendur lítil, vakur rósuknubbi,

og líta vit at honum,

tá vita vit,

at sólin má fara aftur at skína.


Hvíl í friði, góða Kathrina. 


e.