Katholt selt á uppboðssølu

Heimstaðurin hjá Emil úr Lønnibergi, Katholt, verður fríggjadagin seldur á uppboðssølú í Havn Pallsetingin til stórsligna og væl umtókta leikin hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag verður fríggjadagin seld hægstbjóðandi.

- Vit hava ikki umstøður at goyma hendan stóra pallin, og tí hava vit gjørt av at selja hann, sigur Rudolf Joensen, formaður í Klaksvíkar Sjónleikarfelag.

Møguleiki er at keypa alla pallsetingina, um áhugi er fyri tí, men Klaksvíkar Sjónleikarfelag er eisini sinnað at selja pallin í pørtum.

- Nú gongur einki serligt við húsasøluni í Føroyum, men vit rokna við, at vit fáa selt húsið í Katholt, men eg dugi illa at meta um, hvat vit kunnu fáa fyri tað, sigur Rudolf Joensen.

Seinasta sýningin av Emil úr Lønnibergi verður í Norðurlandahúsinum sunnudagin, men longu fríggjadagin klokkan 15.00 verður uppboðssølan av pallinum í Norðurlandahúsinum í Havn.