Kate Winslet foy av egnum avriki í Titanic-filminum

Í 1997 fekk bretska Kate Winslet sítt stóra gjøgnumbrot sum filmssjónleikari, tá ið hevði hon hevði høvuðsleiklutin í heimskenda filminum hjá James Cameron, Titanic.

 

Í ár verður filmurin endurnýggjaður í 3D, men Winslet var ikki errin av sínum egna avriki í filminum. Heldur var hon skelkað. Í italiensku sendingini, The Chiambretti Wednesday Show, segði hon, at hon hevði hug at halda fyri oyrunum, steðga filminum og fara úr hølinum, tá ið hon sá nøkur brot úr tí komandi 3D-filminum.

 

– Eg hevði tað als ikki gott. Einans hevði eg hug at steðga filminum. Ella at halda fyri oyrunum. Eg hevði hug at steðga øllum sansum og bara fáa tað heila at steðga, sigur Kate Winslet.

 

Tó sær Kate Winslet ein fyrimun í, at eitt heilt nýtt ættarlið fær møguleikan at síggja filmin. M.a. 11 gamla dótturin, Mia, og 8 ára gamli sonurin, Joe.

 

– Tað góða er hóast alt, at eg kann sleppa at sita saman við Mia og Joe og hyggja eftir filminum. Tað verður frálíkt.

Filmurin Titanic hevði frumførslu í 1997. Hann fekk ikki minni enn 11 Oscar-viðurslønir, fyri m.a. at hava besta film, besta filmsframleiðara og besta tónleik. Í ár verður filmurin endurnýggjaður í 3D, tí at tann 14. Apríl í ár, er tað 100 ár síðani, at skipið sakk, og fór í søguna sum ein av teimum størstu skipsvanlukkunum nakrantíð.

 

Skrivað hevur Neli Heldarskarð