Tann bretski prinsurin William, og kona hansara vilja ikki finna seg í, at franska blaðið Closer hevur útgivið myndir av Kate Middleton, tá ið hon sólar sær toppleys á einari feriu í Suðurfraklandi.
Parið er sostatt farið rættarvegin, upplýsir ein talsmaður fyri bretska kongahúsið sambært BBC.
Blaðið er selt í handlum í Fraklandi frá í dag av, og á myndunum sum eru tiknar langt burturi frá kann ein eitt nú síggja prinsessuna taka sín bikinitopp av.
Myndirnar er tiknar, meðan tey bæði vóru á einari feriu í franska slottinum hjá Lord Linleys.
Blaðstjórin á blaðnum hevur sagt, at parið var sjónligt frá gøtunum, men kortini er parið í øðini um hesar myndir.
Blaðstjórin heldur samstundis, at tað als einki skelkandi er um hesar myndir, tí tær vísa einans eina unga kvinnu, sum sólar sær toppleys, sum so nógvar aðrar kvinnur gera.
Eisini bretskir slaturmiðlar fingu í boðið at keypa hesar myndir, men eingin av teimum hevði áhuga í at prenta tær.
Hetta veit eb.dk í dag.