Kate Moss í svørt/hvítum

Supermodellin Kate Moss og rokkstjørnusjeikur hennara Pete Doherty skulu giftast, og tað tekur neyvan nakran á bóli, at hon ikki ætlar sær í eitt Lily Model.

Tað er víðagitni sniðgevin og vinmaðurin hjá Kate Moss, Alexander McQueen, ið skal sniðgeva kjólan, skrivar The London Daily Mail. McQueen sigur sambært News Of The World, at kjólin verður klassiksur við einum serligum tvisti. Hetta tvist verður sambært The Washington Times, at saman við hvíta kjólanum berur Moss eitt svart slør.
Kate Moss er sum nógv umbiðin supermodel von at bera kjólar hjá bestu sniðgevunum í heiminum, og tað verður met, sum ein stórur heiður hjá McQueen at fáa hesa uppgávu. Men tey eru sum sagt sera væl, tá McQueen í 2000 varð giftur við George Forsyth var Moss brúðargenta.