Kate Moss stríðist við stórar trupulleikar

Bretska supermodellin Kate Moss plagdi at verða ein tann mest umbidna kvinnan í mótaheiminum, men nú flýggja mótahúsini skríggjandi undan henni, tí hon er avdúkað sum rúsevnismisnýtari.

Tað gongur einki serligt hjá Kate Moss. Hon hevur verið í eini sannari ódn í fjølmiðlunum seinastu vikurnar, og tað er alt annað enn móti, sum tað snýr seg um. Kvinnan, sum plagdi at lata seg í klæði hjá teimum kendastu mótaskaparunum, verða við í lýsingum fyri tær mest eksklusivu vørurnar, og prýða forsíður á teimum størstu mótabløðunum, hevur nú verið meira frammi í sambandi rúsevni og klandur við sjeikin.
Aldurnar hava skolað, og tað ordligi brotasjógvurin kom, tá ið Daily Mirror herfyri prentaði myndir av Kate Moss, meðan hon sniffaði kokain gjøgnum ein pengaseðil. Tað var dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir, og síðani hava fleiri kend mótahús givið henni fótin. Chanel, Burberry og Vanderbilt vilja einki hava við Moss at gera, og H&M hóttir við stevna hana eftir endurgjaldið, eftir at eitt stórsligið lýsingaátak hjá teimum reyk orsaka av rúsevnismisnýtsluni.
Kate Moss hevur í eina tíð hildið saman við rocktónleikarunum Pete Doherty, og fjølmiðlarnir hava róð fram undir, at hann hevur skundað undir rúsevnismisnýtsluna hjá Kate Moss. Nú skulu tey verða farin frá hvørjum øðrum, meðan Kate Moss roynir at sleppa av við sína last og koma á beint aftur.