Supermodellin Kate Moss, sum fyri stuttum varð gift Jamie Hinch, hevur nú boðað frá, at hon fer at framleiða eitt nýtt luktilsi.
Hendan nýggja vøran er gjørd til ungar tannáringa gentur, sum kundu hugsað sær at anga sum Kate Moss ella í øllum førum sum dóttir hennara.
Luktilsi hevur nevniliga fingið navnið Lila Belle, sum er uppkallað eftir dóttir hennara Lila Grace.
Sum skilst luktar Lila Belle av frískum blómum, við einum ferili av mandarin.
Vakra supermodellin er ikki einans í ferð við at framleiða eitt luktilsi. Hon fer í næstum at útgeva eina smyrsl kollektión fyri Rimmel, sum skjótt kemur á marknaðin.
Rimmel er eitt rættiliga bíligt merki, tá ið umræður smyrsl, og tí er hendan kollektiónin eisini ætlað øllum teimum sokallaðu vanligukvinnunum, sum ikki hava møguleika fyri at nýta túsundtals krónur til smyrsl.










