Katastrofalur starvsfólkamangul

Katastrofalur starvsfólkamangul í kommunalu umsitingini kann vera ein orsøk til, at skúlavegurin á Velbastað ikki er tryggjaður, sigur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur og forkvinna í teknisku nevnd

Vit høvdu sjálvandi ætlað okkum at fingið eina ordiliga frágreiðing frá myndugleikunum um málið. Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi, er forkvinna í teknisku nevnd hjá Tórshavnar Kommunu. Harumframt er hon eisini av Velbastað. Marin Katrina Frýdal sigur seg ikki kenna nóg nógv til málið um skúlabørnini og frítíðarskúlan á Velbastað til at gera viðmerkingar. Men hon minnist, at málið hevur verið til viðgerðar í umsitingini. Eftir øllum at døma var, sum ikki einaferð, talan um ein tvídrátt millum kommununa og Landsverk um, hvør hevði ábyrgdina fyri at tryggja skúlavegin hjá børnunum. Markið og skeltið, sum skal flytast, gongur millum landsveg og kommunalan veg.

Marin Katrina Frýdal roynir at fáa eina frágreiðing frá umsitingini, men har er ongin at hitta.

- Eins og í restini av almenna sektorinum er mannfallið sera stórt í býráðnum. Hetta ger, at vit fáa illa røkt skyldur okkara. Vit søkja eftir fólki, men fáa ikki fólk í størvini, sigur Marin Katrina Frýdal, eftir at hon hevur roynt at fáa samband við umsitingina.

- Støðan viðvíkjandi starvsfólki er í roynd og veru katastrofal, staðfestir forkvinnan í teknisku nevnd. So vit avtala, at fylgja málinum upp, tá hon hevur fingið eina frágreiðing frá umsitingini.