Eg standi og ivist inni í lampubúðini. Eg skal hava ein skerm til eina gamla lampu, og hyllarnar í handlinum flóta yvir við lampuskermum. Stórir, lítlir, smalir og bøllutir skermar. Skermar í øllum ælabogans litum. Eg royni at minka um valmøguleikarnar. Lampuskermurin skal vera grønligur og ikki ov stórur. Men skal hann vera mosagrønur, sjógrønur ella eirgrønur, og skal toyið glinsa ella vera matt?
Í útvarpinum kjakast tey um hetta vanlukkuliga land. Her er einki at gera! Einki at fáa! Og øll rýma, tí samfelagið er við at søkka í ódugnaskapi og óskili!
Í bussinum á veg heim, seti eg meg yvirav tveimum prátingarsomum konum.Tær tosa um málningar og list. Onnur hevur verið til fernisering hjá leikkvinnu í Lítluvík, hin hevur vitjað sýning hjá yrkislistamanni í Steinprenti. Eg taki telefonina úr lummanum, ringi til mannin og spyrji, um vit skulu keypa atgongumerkir til Poe morðini. Síðani ringi eg til sonin, sum er á veg heim frá musikkskúlanum.
Heimkomin kagi eg í bløðini. Fíggjarlógin er ein vanlukka á støði við blóðbaðið í Sýria, og føroyskir politikarar líka stórir ránsmenn sum ringastu einaræðisharrarnir í Afrika.
Telefonin ringir. Ein pápi spyr, um eg baki til bingo týsdagin. Dreingirnir skulu til Danmarkar at spæla fótbólt, og vit royna at savna pengar inn. Eg lovi at baka eina kaku og hugsi um allar tær hendur, sum lyfta og stuðla í frítíðarfeløgum kring landið. Og so minnist eg knappliga til, at kvøldskúlin byrjar í kvøld. Vit skulu lita og spinna á miðhæddini í nýumvælda skúlanum, meðan vevkonurnar rokast á loftinum, og myndamenn reypa í kjallaranum.
Á facebook eru føroysku samfelagsræðuleikarnar uppaftur størri enn í útvarpinum og bløðunum. Eg telji útrópstekn og katastrofur oman eftir statussíðuni og sløkki telduna.
Grønliga ljósið frá gomlu lampuni í vindeygakarminum er eitt sindur kámt, men tað er ríkiligt til eygamálið. Eg seti kaldan nátturða á borðið og lati katastrofuróparnar hvørva í skýmingini.