Í tvey ár hevur Føroya Symfoniorkestur fyrireika eina stóra konsert í Norðurlandahúsinum 29. oktober. Men nú er alt avlýst, tí tað av fleiri orsøkum ikki ber til at hava eina slíka konsert sama dag, sum løgtingsval verður.
- Hetta er einki minni enn ein katastrofa fyri Symfonikorkestrið, formaður í nevndini fyri Symfoniorkestrið.
Hann situr nú og ringir runt til tónleikarar bæði í Føroyum og uttanlands.
- Øll eru í øðini um, at valið varð útskrivað til at vera júst tann dagin, sum stóra konsertin hjá okkum skuldi vera. Vit hava fyrireikað konsertina í tvey ár, og alt var komið upp á pláss. Lagt varð upp til tað heilt stóra, tí vit skuldu framføra stóra verkið fyri kór og orkestur, Carmia Barana, sigur Poul Jákup Thomsen.
Hann fatar ikki, at løgmaður ikki kannaði, hvat var á skránni, áðrenn hesin dagurin varð valdur.
Má kannast
- Tá ið eg fyrireiki eina konsert, kanni eg altíð, hvat er á skránni. Til dømis kanna vit, at ikki eitt nú konfirmasjónir ella samfelagsmøti eru tann dagin.
Fleiri tónleikarar uttanlands hava fyri langari tíð síðan játta at koma at spæla, summir hava keypt sær frí, og onkrir hava eisini fingi sær ferðaseðil til Føroya.
Nú noyðist Poul Jákup Thomsen at kanna, hvat kann bjargast í land aftur, men tað fer at kosta Symfoniorekstrinum nógvan pening. Symfoniorkestrið hevur ikki yvirflóð av peningi, og játtanin á fíggjarlógini varð eisini skerd í ár við 100.000 krónum.
Tað ber ikki til á nakran hátt at hava eina slíka konsert sama dag, sum løgtingsval verður. Fólk flest fylgja við valinum, og nøkur í kórinum, sum hevur vant alt árið, sita í valstýrum.
Einki sjónvarp
- Oman á alt tað boðaði Kringvarp Føroya frá, at tey ikki megnaðu bæði at fylgja við valinum og senda eina so stóra konsert, og tað skilji eg væl. Tað er jú eisini ein skylda hjá Kringvarpinum at senda frá valinum, sigur Poul Jákup Thomsen.
Tað hevði verið heilt burturvið at havt eina slíka konsert, sum ikki varð send fyri Føroya fólki í sjónvarpinum, sigur formaðurin.
- Men tað, sum alt snýr seg um er, at løgmaður ikki hugsaði seg um, tá ið hann skrivaði valið at vera sama dag, sum okkara konsert skuldi vera, sigur Poul Jákup Thomsen.
Hóast fleiri royndir eydnaðist ikki í morgun at fáa orð á Kaj Leo Johannesen, løgmann fyri at spyrja hann, hví hann ikki kannaði, hvat var á skránni, áðrenn hann skrivaði út valið.
Sum skilst vóru onnur stór tiltøk ætlað at vera 29. oktober.