Katastrofa at maritima havnin ikki kom við

- Her høvdu vit fingið eitt fantastiskt umhvørvi, sum hevði verið ein fongur fyri høvuðsstaðin, sigur Bogi Andreasen.

 

- Eg haldi, at arbeiðið at byggja út Skansabryggjuna og eystara havnaøkið hevur gingið fyrimyndarliga væl, tá havt verður í huga, hvussu stór og krevjandi henda verkætlan er.

Tað sigur Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar kommunu. Hann vísir á, at her hava verið ymiskar avbjóðingar, og her hava eisini verið onkrir snávingarsteinar. - Men, vit hava altíð funnið út av tí og hava funnið skilagóðar loysnir, soleiðis at báðir partar - arbeiðsánari og arbeiðstakari - eru nøgdir.

Hann heldur, at tað arbeiðið, sum J&K Petersen higartil hava gjørt, er sera gott og tað, sum kommunan fær afturfyri íløguna, er fyrimyndarliga væl úr hondum greitt.

Í samrøðu, sum Vinnublaðið hjá Sosialinum hevur havt við stjóran í J&K Petersen, Stein Olv Petersen, heldur hann fyri, at um ætlaða maritima bátahavnin eisini hevði verið við í samlaðu Skansaverkætlanini, hevði kostnaðurin kanska verið einar 50 miljónir krónur meira.

- Eg haldi, at tað er ein katastrofa, at bátahavnin ikki kom við. Her høvdu vit fingið eitt fantastiskt umhvørvi, sum hevði verið ein fongur fyri høvuðsstaðin. Haraftrat høvdu vit fingið eina nógv betri atkomu til havnalagið.

Bogi Andreasen sigur, at her hevði Tórshavnar kommuna fingið nógv fyri pengarnar, eins og kommunan eisini hevði fingið nøkur harðliga tiltrongd bátapláss aftrat.

- Hetta hevði verið eitt nýtt, forvitnisligt og spennandi maritimt umhvørvi, har ymiskir fasilitetir eisini kundu verið við ætlaðu bátahavnina, eitt nú kafé’ir, sølubásar, wc-og brúsumøguleikar og hølir til feløg, sum hava við sjógvin at gera, leggur hann aftrat.