Katarina vann bronsu

Katarina Høj úr Bragdinum vann bronsu á 600 metra teininum í stóru kappingini VU Spelen í Svøríki um vikuskiftið.

 

Í farnu viku fór ein hópur av ungdómsíðkarum hjá FÍF av landinum við kós móti Gøteborg í Svøríki. Talan er um talentliðið hjá FÍF (Frælsur Ítróttur Føroya), sum saman við leiðarunum vóru 18 í tali. Talan er um størstu kapping av sínum slagi í Norðurlondum. Hetta er fjórðu ferð, at talentbólkurin hevur verið til VU-Spelen í Gøteborg. Á myndini er Katarina uttast til vinstru saman við kappingarneytum úr Svøríki og Danmark. Fleiri upplýsingar um kappingina eru at finna á heimasíðuni: www.renn.fo