Eirikur Lindenskov
Strandferðslan flutti í gjár tveir skrokkar norður eftir landsvegnum úr Havn til Eiðis. Talan er um tveir katamaranar - ella tvíkiljur, sum bygdar eru í Litavia.
Tað er Hydro-Tec á Eiði, sum hevur latið skrokkarnar byggja í Litavia. Teir skulu nýtast til alibátar.
Men tað er ikki tí, at Hydro-Tec ikki megnar at byggja skrokkarnar, at teir verða bygdir í Litavia.
? Vit hava ikki fólkið til at gera arbeiðið, og tí hava vit valt at fara uttanlands. Hetta sparir bæði tíð og pláss, siga teir á Hydro Tec.
Smiðjan á Eiði hevur bygt tveir slíkar bátar, annan úr stáli og hin úr aluminum. Á Hydro-Tec starvast 22 mans.
Tað var ikki bara sum at siga tað at flyta skrokkarnar norður til Eiðis. Skrokkarnir viga ávikavist 12 og 15 tons, og teir eru hálvan sætta metur breiðir, sigur Heini á Borg, leiðari á Framadeildini hjá Strandferðsluni.
Ein vanligur lastbilur er 2,5 metrar breiður, men Strandferðslan hevur serbygdar vognar til slík endamál. Tað er tó ikki uttan ampa fyri ferðsluna at koyra við so breiðari last, og tí fylgdi løgreglan bilunum.