Einasti mátin at loysa kreppuna í Katalonia, nú ófriður enn einaferð hevur rakt spanska landspartin, er at útskriva eina nýggja fólkaatkvøðu um loysing.
Tað metir fyrrverandi varaforsetin í Katalonia, Oriol Junqueras, sum í gjár bleiv dømdur at sita 13 ár í fongsul fyri hansara leiklut í royndini at loysa landspartin frá Spania.
Úrskurðurin hjá Hægsta rættinum í Spania, har fleiri av oddafólkunum í loysingarrørsluni blivu dømd fongsulsrevsing fyri teirra leiklut í samband við og í kjalarvørrinum av fólkaatkvøðuni um loysing fyri tveimum árum síðan, hevur av nýggjum kynt undir ófriðin í økinum.
Støðan í økinum er so mikið ófriðarlig, at danska uttanríkistænastan fyrr í dag heitti á danir, sum ferðast í Barcelona, at vísa størsta varsemi fyri ófriðinum í økinum.
Og sambært Oriol Junqueras er bara eitt at gera, um man ynskir eina friðarliga loysn á støðuni. Í samskifti við Reuters sigur hann, at loysnin er ein nýggj fólkaatkvøða.
- Eg eri sannførdur um, at ósemjan má loysast í valhølunum. Vit eru sannførd um, at tað slepst ikki uttan um eina fólkaatkvøðu, tí á hvønn annan hátt kann man geva fólkinum eina rødd, skrivar hann í teldupostasamskifti við Reuters, har hann eisini leggur dent á, at hann angrar ikki, at hann skipaði fyri fólkaatkvøðuni fyri tveimum árum síðan.
Tey níggju oddafólkini vórðu millum annað dømd fyri at eggja til uppreistur, misnýtslu av almennum pengum og ólýdni. Tey blivu kortini frídømd fyri ákærur um harðligan uppreistur, ið var tann mest álvarsama ákæran móti teimum.
Rætturin avgjørdi eisini at útskriva eina nýggja eftirlýsing eftir fyrrverandi katalanska forsetanum Carles Puigdemont, ið rýmdi úr landinum fyri tveimum árum síðan, tá tað frættist, at spanskir myndugleikar ynsktu at handtaka hann.

Katalonia: Slepst ikki undan nýggjari fólkaatkvøðu

