Katalonia sleppur ikki at loysa

Grundlógardómstólurin í Spania hevur avgjørt, at avgerðin hjá katalanska tinginum um at taka stig til loysing frá Spania, stríðir ímóti sponsku grundlógini og er tí ólóglig.

 

9. novembur var fólkaatkvøða í Katalonia um loysing frá Spania, og var stórur meiriluti fyri loysing. Tí hevur tingið í Katalonia tikið stig til at byrja tilgongdina móti endaligari loysing.