Katalanska tjóðskaparstríðið harðnar
Spanska løgreglan gjørdi í morgun húsarannsókn móti fleiri av skrivstovunum hjá katalonsku stjórnini í Barcelona, sigur ein talsmaður fyri katalonsku myndugleikarnar við spanskar miðlar. Hesum boðar BBC frá. Ein embætismaður hjá katalonsku stjórnini er eisini handtikin.
Húsarannsóknirnar eru knýttar at fráboðaðu fólkaatkvøðuni um katalanskt sjálvstýri. Spanskir myndugleikar hava skýrt fólkaatkvøðuna ólógliga.
Eftir ætlan skal ein bindandi fólkaatkvøða um sjálvstýri vera 1. oktobur, hóast stjórnin í Madrid sigur nei og hægsti rættur í Spania sigur, at fólkaatkvøðan er í stríð við grundlógina.
Tjóðskaparkreftir í Katalonia hava leingi stríðst fyri at fáa sjálvstýri frá Spania.
Atgerðin í Barcelona mikudagin kemur dagin eftir at løgreglan legði hald á eina mongd av skjølum knýtt at fólkaatkvøðuni hjá privata postfelagnum Uniport í býnum Terrassa norðan fyri Barcelona. Hetta vóru atkvøðuseðlar, sum skuldu sendast út í samband við fólkaatkvøðuna.
Spanska stjórnin hevur seinastu mánaðirnar lagt nógv trýst á katalanar undan fólkaatkvøðuni. Spanska fótbóltssambandið hevur eisini hótt við, at um Katalonia tekur seg úr spanska kongaríkinum, verða fótbóltsfeløgini í økinum, millum annað navnframa Barcelona, ripað úr spanska fótbóltssambandinum og sponsku landskappingini.