Í Katalonia í landnyrðingsspania vilja tey hava sama rætt sum føroyingar.
Og tann rættin, tey tosa um, er at tey vilja hava rætt til at sleppa á fólkaatkvøðu um tey vilja verða ein partur í Spania, ella um Katalonia skal verða eitt sjálvstøðugt land.
Og Carlos Villaro Lassen, sum bý í Danmark, sigur, at nú hava katalanarar brúk fyri øllum stuðuli úr Føroyum, teir kunnu fáa.
Hann sigur, hann er versonur kenda føroyska útisetan, Karl Nolsøe og haðani hevur hann lært týdningin av frælsistríðnum.
Føoyingar hava vunnið sær rætt til sjálvir at avgera, um vit vila verða ein partur í Danmark, ella um vit vilja vera sjálvstøðugt land, sigur hann.
Hendan møguleikan hava katalanarar ikki, tí Spania vil ikki so frægt sum góðtaka at fólkaatkvøða verður um ríkisrættarligu støðuna hjá Katalonia.
Carlos Villaro Lassen vísir á, at 12. mai skal danska fólkatingið umrøða rættin hjá katalanarum til sjálvir at avgera síni ríkisrættarligu viðurskifti. Og í hesum sambandi hava katalanarar brúk fyri stuðuli úr Føroyum, sigur hann.
Í løtuni hava yvir 13.000 fólk skriva undir eina adressu, har tey stuðla kravinum hjá katalanarum um sjálvir at avgera sína lagnu og nú vil Carlos Villaro Lassen eisini hava føroyingar at skriva undir
Tey, sum hava hug at stuðla katalanska kravinum um sjálvsavgerðarrætt, kunnu skriva undir við at trýsta HER










