KATA hevur útgávukonsert

Vocalkvintettin KATA hevur útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum í Havn.

Vocalkvintettin Kata hevur 12. november klokkan 21 útgávukonsert í Sjónleikarhúsinumí Havn.

Hetta er í samband við útgávukonsertina Tívils Døtur.

Sangarar: Arnfríð Lútzen - Greta Bech - Guðrið Hansdóttir - Eyð Berghamar Jacobsen - Unn Paturson - Slagverk: Rógvi á Rógvu - Elektroniskar effektir: Lasse Thorning Jæger.

Áðrenn útgávukonsertina hjá KATA 12. nov. í Sjónleikarhúsinum, fer nýggja duoin 'Hettarher' at framføra nøkur løg.
Tað eru tónleikararnir Andreas Restorff (cello) og Torleik Mortensen (kontrabass), ið manna bólkin, Hettarher. Teirra tónleikur er ein blandingur av kompositión og improvisatión, minimalismu og spekralismu, akkustikki og elektronikki, cello og kontrabass.