Ein bólkur av katólskum bispum mælti í gjár Frans páva til at lata giftar menn gerast prestar í Amazonas regnskógini.
Tilmælið kann merkja eina møguliga broyting í fleiri hundrað ára gamlari reglugerð í katólsku kirkjuni.
Í dag kunnu bara ógiftir menn gerast prestar.
Orsøkin til tilmælið er, at tað ofta vanta prestar í fjarskotnum økjum eitt nú í Amazonas í Suðuramerika.
Tilmælið varð samtykt eftir fund í tríggjar vikur í Vatikaninum við atkvøðunum 128 fyri og 41 ímóti. Pávin skal nú taka støðu til tilmælið saman við fleiri øðrum tilmælum – eitt nú um leiklutin hjá kvinnum í kirkjuni.
Dentur verður lagdur á í tilmælinum frá bispunum, at tað bara eru menn, sum longu virka sum hjálparprestar, og sum hava ein serligan leiðsluleiklut á staðnum, sum kunnu koma upp á tal sum prstar.
Minst 85 prosent av bygdunum í Amazonas kunnu ikki hava messu hvørja viku. Nakrar hava ikki havt høvi í áravís vegna prestammangul.
Konservativir partar av katólsku kirkjuni eru ímóti tilmæltu broytingini. Tey óttast, at tað verður loyvt at gifta prestar í øllum heiminum.
Um Amazonas fær loyvi at gera giftar menn til prestar, so er tað í veruleikanum einki, sum steðgar tí restini av heiminum, har tað eisini vanta prestar, ljóðar grundgevingin sambært Reuters.
Í tilmælinum frá katólsku bispunum verður sagt, at ikki kann víkjast frá kravinum um, at prestar skulu liva í sølibati.
/ritzau/Reuters











