Katólska kirkjan ikki fylgt tíðini

Tann rómverk-katólska kirkjan hevur als ikki fylgt tíðini og er nú umleið 200 ár aftan fyri dagin í dag. Tað segði kardinalurin Carlo Maria Martini, í síni seinastu samrøðu við italska blaðið Corriere della Sera, og sum blaðið prentar í dag. Martini (myndin) doyði í gjár, 85 ára gamal.

Í samrøðuni sigur kardinalurin, at kirkjan er gamaldags. Hann sigur eisini, at kirkjan eigur at vísa størri tolsemi í spurninginum um fráskild, tí annars er vandi fyri, at tað verður longri ímillum kirkjuna og fólkið.

Carlo Maria Martini, sum eitt skifti bleiv umrøddur sum ein møguliga komandi pávi, sigur í seinastu blaðsamrøðu síni, at tann rómversk-katólska kirkjan eigur at viðurkenna síni mistøk, fremja umfatandi ábøtur og at byrja við sjálvum pávanum.