Katólsk sekt hevur gleði av Gibson

Konservativa katólska sektin, sum Mel Gibson er vorðin partur av, hevur nógva gleða av penginginum hjá sjónleikaranum.

Út frá rokniskaparuppgerð hjá sektini Holy Family Catholic Church, sum í dag er verd 42 milliónir dollarar, sæst, at tey kunnu takka Gibson fyri ein stóran part av ríkdøminum.

 

Í 2007 lat Gibson sektini 9,89 milliónir dollarar og árið fyri var upphæddin nakað tann sama. Stjørnan hevur eisini bygt eina kirkju til trúarsamfelagið, sum bert fevnir um 100 limir.

 

Eftir amerikanskari lóg kunnu allar kirkjuligar peningagávur trekkjast frá í skatti.