Katólsk messa fyri húsdjór

Herfyri varð ein heldur øðrvísi katólsk messa hildin í París. Tað var Dominique Philippe, biskuppur við Saint Rita kirkjuna í París, sum helt messuna.

Hesaferð vóru tað ikki menniskju, sum vóru í miðdeplinum, men hinvegin húsdjór. Hundar, kettur, kaninir og alt, sum kundi krúpa, vóru til messuna, og øll djórini vórðu signað av biskuppinum. Mynd: Scanpix