Kastrup við í Amager

Dreymurin um eitt komandi stórlið á Amager kom eitt stórt fet nærri, tá Todi Jónsson í gjár kundi skriva undir samstarvsavtalu við Kastrup Boldklub

Við undirskriftini av sáttmálanum gerst FC Amager nevnliga veruleiki sum samanlegging. Í fleiri ár hevur verið tosað um eina samanlegging av feløgunum, og umframt Kastrup hava eisini Klævermarken og Amager FF verið í ítøkiligum samráðingum um samanlegging.


- Hvussu verður við teimum báðum feløgunum – og møguliga øðrum við – fái eg ikki sagt í løtuni. Tað er ein spurningur, sum í fyrsta lagi nevndirnar og í øðrum lagi aðalfundurin hjá feløgunum skulu taka støðu til. Men nú er so greitt, at FC Amager er veruleiki. Og sjálvandi er vónin, at samanleggingin í framtíðini gerst enn breiðari og størri, sigur Todi Jónsson, sum er bæði nevndarformaður og virkandi stjóri í Fremad Amager.

Fremad Amager og Kastrup Boldklub eru tey bæði størstu feløgini í Amager, og tí er einki at ivast í, at júst Kastrup hevur vigað sera nógv í tosinum um samanlegging. 


Um týdningin av, at júst Kastrup er fyrsta felagið, vil Todi ikki siga tað stóra. Men hann slær fast, at fyri vónirnar um eitt komandi stórfelag, er hetta eitt sera stórt fet. 


- Sjálvandi er enn langur vegur eftir. Men hetta er startskotið til eitt nýtt felagslið, og í so máta var talan um eitt sera stórt fet fyri okkara viðkomandi, sigur hann. 


Skrásetingar til nýggj feløg skulu vera DBU í hendi innan 1. mars, og soleiðis fer FC Amager at verða nýtt sum heiti hjá felagnum, tá sjøtul verður settur á nýtt kappingarár seinast í juli. Vónandi við nýggju samanlegginini í næst bestu donsku deildini.