Kastrup setti met sætta árið á rað

Nú verður bíligari hjá Atlantic at brúka flogvøllin

Flestu føroyingar, sum flúgva til og úr Føroyum, ferðast um flogvøllin í Kastrup í Danmark, og har gongur bara ein veg við talinum á ferðafólkum.

Københavns Lufthavn hevur júst kunngjørt ársroknskapin fyri 2016, og hann vísir framgongd í ferðafólkatalinum sætta árið á rað. Í fjør komu og fóru tvær milliónir fleiri ferðafólk enn árið fyri – samanlagt 29 milliónir ferðafólk.

Tað liggja eisini fleiri pengar eftir í handlum á flogvøllinum og í sambandi við aðrar tænastur – eitt nú parkering.

Københavns Lufthavn hevði umsetning á næstan 4,4 milliardir krónur, og úrslitið gjørdist 1,3 milliard krónur.

Málið hjá Københavns Lufthavn er, at flogvøllurin í 2020 skal hava kapasitet til at klára 40 milliónir ferðafólk.

Og hjá Atlantic Airways og hinum flogfeløgunum vóru eisini góð tíðindi at frætta, tí Københavns Lufthavn ætlar at lækka kostnaðin hjá flogfeløgunum fyri at brúka tænastur á flogvøllinum. Seinastu tíðina hevur flogvøllurin í Kastrup verið fyri hørðum atfinnginum fyri at taka ov nógvar pengar fyri sínar tænastur.