Áleið 1600 ferðafólk eru ávirkað av, at terminal 2 í flogvøllinum í Keypmannahavn í morgun varð stongdur orsaka av løgregluarbeiði. Tað veit Ritzau at siga i dag.
16 flogfør eru seinkað orsaka av illgrunanum í Kastrup. Summi teirra skulu við einum øðrum flogfarið enn upprunaliga ætlað og skulu tískil umbóka sína ferð.
Arbeiðið hjá løgregluni hevur elvt til stórar bíðirøðir í flogvøllinum og tí verður heitt á ferðafólk um at møta í góðari tíð.
Árni Olsen, marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways sigur við in.fo í dag, at Atlantic ikki væntar seinkingar úr Keypmannahavn, orsaka av arbeiðnum hjá løgregluni.