Kastið tubbakið á bálið hósdagin

– Í brævi í dag til Kommunurnar kring landið heita vit á tær um at hjálpa fólki komandi hósdag, sum er altjóða roykfríur dagur, at gera enda á tubbakinum og lata tað fara upp í royk á ein øðrvísi hátt enn vanligt.

 

Soleiðis skrivar Fólkaheilsuráðið um átakið á ársins roykfría degi, sum er 31. mai:

 

– Vit hava brent 1,2 tons av hoyggi í farnu viku fyri at vísa á, hvussu nógv verður roykt í Føroyum upp á eina viku. Vit heita á kommunurnar um at gera bál, so fólk fær henda møguleikan, nevniliga at kasta tubbakið á bálið.

 

Niðurteljingin er byrjað: “Tað eru tríggir dagar, til tú ert roykfríur”

 

fakta:

Í Føroyum verður roykt árliga umleið 55 tons av tubbaki

Í Føroyum verður roykt árliga fyri umleið 120 milliónir krónur