Kastar barn av søkkandi bili

Í neyðstøðu vilja foreldur gera alt fyri at bjarga sínum barni, og ein slík hending í Kina herfyri hevur vakt ans.

Í einari neyðstøðu vilja foreldur gera alt fyri at bjarga sínum barni, og ein slík hending í Kina herfyri hevur vakt ans. Hendingin spældi tíbetur væl av.

 

Talan er um eina kinesiska familju, sum av eini ella aðrari orsøk koyrir á sjógv í bili sínum í Hunan, sum liggur í landsynningspartinum av landinum.

 

Áðrenn bilurin søkkur, sleppur pápin út ígjøgnum opna bilrútin við lítla barninum í fanginum. Tá hann stendur uppi á søkkandi á bilinum, kastar hann barnið til ein, ið stendur uppi á landi og tekur ímóti.

 

Um heimasíðuna hjá visir.is sæst eisini filmsbrot sum lýsir, hvussu henda serstaka hending í Kina ítøkiliga fór fram.