Kasta lut um Løgmanssteypið í kvøld

Lutakastið verður sent beinleiðis úr sjónvarpsstovuni, har Karl Vidtfeldt, formaður í kappingarnevndini, fer at draga.

Tey átta liðini, sum enn eru við í kappignini, eru AB, KÍ, HB, VB/Sumba, Skála, TB, ÍF og EB/Streymur.

Fjórðingsfinalurnar verða spældar Kristi himmalferðardag, ið er 17. mai.