Nú verður verri at vera arbeiðsleysur í Føroyum.
Tað er greitt soleiðis sum støðan á arbeiðsmarknaðinum er.
Sum støðan hjá er nú, rindar ALS nógv meiri í arbeiðsloysisstuðuli enn skipanin fær inn í inntøku.
Ernst Jacobsen, stjóri í ALS, sigur, at í fjør hevði Arbeiðsloysisskipanin eitt hall upp á 110 milliónir og í ár verður hallið einar 180 milliónir krónur.
- Harvið fer eginpeningurin við árslok í ár at koma niður ímóti 420 milliónum krónum og heldur hendan gongdin fram, kann Arbeiðsloyisisskipanin fara at hava eitt hall, sum nærkast 200 milliónum krónum næsta ár.
- Heldur hendan støðan fram, kann kassin hjá ALS verða tómur longu um gott tvey,
ár.
Tað veldst alt um, hvussu støðan í samfelagnum verður og, gongdin í arbeiðsloysinum verður.
Tí heldur stýrið fyri ALS, at tað er neyðugt at seta tiltøk í verk fyri at byrgja fyri, at ALS kemur í fíggjarligar trupulleikar, um so er, at tað gongur heilt illa.
Hægri inngjald og lægri utgjald
Stýrið fyri ALS hevur tískil samtykt, at fyri at tryggja skipanina fíggjarliga, verður inngjaldið til ALS hækkað 0,25%, so at tað nú verður 1,25%. Samstundis verður eisini hægsta útgjald lækkað úr 80% av lønini seinastu 12 mánaðirnar, niður í 75%.
Hinvegin er tað mesta, ein kann fáa í arbeiðsloysisstuðuli, 20.000 krónur um mánaðin, ella 240.000 krónur um árið.
Men nú verður hámarkið lækkað niður í 17.500 krónur um mánaðing, ella 210.000 krónur um árið.
Somuleiðis verður aftur nú ein bíðitíð frá tí, at ein er arbeiðsleysur, til ein kann fáa arbeiðsloysisstuðul. Bíðitíð var fyrr, men tað varð avtikið.
Men nú verður so aftur ein bíðitíð upp á 10 dagar. Tað merkir, at teir fystu 10 dagarnar, ein er arbeiðsleysur, fæst onki útgjald úr ALS.
Als sigur, at hetta eru tillagingar, sum fara at spara skipanini einar 70-80 milliónir krónur um árið við tí arbeiðsloysi, sum nú er.
Broytingarnar um útgjald skulu samtykkjast í Løgtinginum, áðrenn tær kunnu koma í gildi.
Í morgun vóru 1711 arbeiðsleys í Føroyum.
Tað svarar til eitt arbeiðsloysi upp á eini 6%-7% og hvussu støðan verður í ALS, veldst sjálvandi alt um, hvønn veg tey tølini fara.
2,6 milliardir
Síðani ALS varð sett á stovn fyrst í nítiárunum, hevur skipanin rinda heilar 2,6 milliardir í arbeiðsloysisstuðuli.
Tað sigur Alfred Petersen, formaður í stýrinum í ALS.
Sostatt hevur ALS verið ein skipan, sum avgjørt hevur gjørt sítt til at skapt støðufesti í samfelagnum og umframt at tað er komið teimum arbeiðsleysu til góðar, er tað sanniliga eisini komið kommmunukassum og landskassanum til góðar.
Alfred Petersen harmast um, at tað er neyðugt at skerja skipanina, men hann staðfestir, at hon er framvegis millum tær allarbestu í heiminum, kanska tann allarbesta, tí tað munnu vera fáar arbeiðsloysisskipanir, har tað ber til at fáa 17.500 krónur um mánaðin.
Og skipanin er framvegis nógv betri nú, enn hon var øll tey fyrstu árini.
Onkur hevur spurt, hví ALS ikki hevur lænt pening fyri at kunna varðveita skipanina óbroytta, men tað hevur ALS ikki umhugsað.
- Sum støðan er í í heiminum í dag, halda vit ikki, at tað ber til at fáa rímiligt lán.
Skipanin lænti pening í nítiárunum, men tá átti hon ongar pengar og tá var talan um eina lokala, føroyska kreppu og ikki eina heimsumfatandi kreppu, sum nú.