Ítróttarklumma
»The fittest survives«
Flestum kunnugt merkir hugtakið hjá Darwin ikki, at tann fittasti yvirlivir.
Hinvegin merkir tað heldur ikki, at tann sterkasti yvirlivir. Ein fatan – ella misfatan – sum tó er rættiliga vanlig.
Tað merkir nevnliga, at tað er tann, sum dugir best at tillaga seg til umstøðurnar er tann, sum førir ættina víðari, og júst tillagan er fram um nakað tað, sum føroysk fótbóltsfeløg skríggja eftir í hesum døgum. Ja, helst eisini ítróttur sum heild, men pengarnir í føroyskum fótbólti hava verið so hampuliga nógvir seinnu árini, og tí merkist fíggjarliga bakkastið so sera væl hjá hesum feløgum.
Og so er spurningurin, hvør dugir best at tillaga seg. Í Klaksvík hava tey longu fyri rúmari tíð síðani boðað frá, at tey nú repa fíggjarligu seglini. Og megnar felagið at halda fast um spennandi ungdómsarbeiði, sum varð sett ígongd fyri nøkrum árum síðani, kann væl hugsast, at felagið megnar tillagingina. Kanska ikki í 2009, sum helst meira var ein ynskidreymur heldur enn nakað veruleikakent mál, men verður arbeitt miðvíst, kemur úrslitið eisini. Men tað boðar nú ikki frá nøkrum miðvísum arbeiði, at pengakassin, sum var so fullur fyri bara trimum árum síðani, nú er mest sum skrellaður.
Og tann parturin verður at galda fyri samlaða føroyska fótbóltsheimin. Vit hava áður sagt, at ein niðurgongd í kappbjóðingini um spælarar og ein samsvarandi upptrappan í royndini at ala spælarar úr egnum felag, bert kunnu gagna føroyskum fótbólti í longdini.
Sjálvandi kunnu feløg taka nøkur tøk enn, og tað er alla æru vert, at eitt nú ÍF tykist spenna bogan høgt. Men tað verður fyrst og fremst við einum góðum fótarbeiði, at lunnar verða lagdir undir eitt sterkt felag.









