Danmark
Kreppan í donskum fótbólti tykist ongan enda at taka. Seinastu tíðina hava tað serliga verið tvey feløg, sum hava verið í eldinum í so máta, og í báðum førum er talan um feløg, har føroyskir leikarar áður hava roynt seg.
Liðugt í Lyngby
Tað hevur leingi verið greitt, at fyrrverandi felagið hjá Toda Jónsson, Lyngby, hevur havt stórar trupulleikar. Nýggi eigarin av felagnum, Jørn Terkelsen, sum fyrr í ár keypti partabrøvini í felagnum, hevur roynt ymsar loysnir til tess at bjarga felagnum, men nú sigur Terkelsen, at framyvir verður einki, sum eitur superligafótbóltur, í Lyngby.
Hesa greiðu støðu hevur hann tikið, nú kommunan ikki vildi geva tilsøgn til ætlanina, sum Terkelsen segði vera hina seinasta í royndunum at bjarga Lyngby. Ætlanin var, at felagið saman við privatum íleggjarum skuldi fara undir at byggja og selja eldraíbúðir, og segði formaðurin tá, at íleggjararnir høvdu játtað at geva felagnum eina innspræning upp á 30 mió.kr., um ætlanin gjørdist veruleiki.
Ætlanin verður tó av ongum, nú kommunan hevur sagt nei, og nú tímir formaðurin ikki meira. Áður hevur hann roynt at fáa eina samanleggin í lag við Farum, men hendan ætlanin varð steðgað av viðhaldsfólkunum hjá Lyngby. Pengar eru eingir av í felagnum, og seinastu løngarútgjalding stóð formaðurin sjálvur fyri, men nú er hesin kassin eisini stongdur, so væntandi fara leikararnir at krevja felagið á húsagang, um teir ikki fáa útgoldið mánaðarlønina til tíðina.
Verður felagið koyrt á húsagang, hevur tað sambært reglunum hjá DBU ikki loyvi at spæla í hægri donsku deildunum, og verður tað tískil tvungið niður í Danmarks-seriuna at spæla.
Herfølge
Í gamla felagnum hjá Jákupi Mikkelsen er støðan nærum eins ring, sum hon er í Lyngby.
Meistaraliðið frá 2000, Herfølge, hevur snøgt sagt ongar pengar í kassanum, og leikararnir hava enn lønarútgjaldinga fyri september mánað til góðar.
Hesir hava nú givið felagnum freist til 22. oktober at fáa pengar til vega, og er eingin loysn funnin til ta tíð, noyðist felagið at snara lykilinum.
Boðini úr Herfølge eru tó ikki heilt so dapurtskygd, sum tey eru úr Lyngby.
Í einum tíðindaskrivi sigur formaðurin í fakfelagnum hjá fótbóltsspælarum, Mads Øland, at leikararnir í felagnum eru sinnaðir at hjálpa til við at finna eina loysn.
Úr felagnum verður sagt, at teir í løtuni kanna, um onkur av leikarunum kann seljast, og í ringasta føri kann talan gerast um at geva leikarunum frítt at fara, soleiðis at felagið um ikki annað kann minka um lønarútreiðslurnar.
Í øllum førum er heilt víst, at í framtíðini verður ikki talan um fulltíðar yrkisfótbólt í felagnum framyvir.