Kasper Schultz varð útvístur miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Víkingur vitjaði í Vági í gjár.
Danski miðverjin fekk fyrst gult kort, tá hann framdi fríspark. Síðan segði hann okkurt, sum ikki hóvaði Ransin N. Djurhuus, sum gav honum seinna gula kortið.
Schultz hevur staðið seg væl, síðan hann flutti til FC Suðuroy í summarsteðginum. Hann verður ikki við í lagnudystinum á Argjum leygardagin. FC Suðuroy er eitt stig aftan fyri B71 undan seinasta dystinum.
Víkingur greiddi sína skyldu móti botnliðnum í gjár. Víkingur hevur tí møguleikan at røkka triðja plássinum.
Úrslitið var 2-0. Bæði málini komu eftir deyðbóltsstøður. Finnur Justinussen legði gestirnar á odda, tá hann stýrdi frísparksinnleggi í máli. Hans Jørgen Djurhuus økti í seinna hálvleiki, tá hann stýrdi hornasparksinnleggið í netið.