Kendi fyrrverandi enski landsliðsmálverjin og HM-vinnarin í 1966, Gordon Banks, sum andaðist 12. februar, 81 ára gamal, fór í dag til gravar úr Stoke Minster í enska býnum Stoke-upon-Trent í Staffordshire.
Fýra mans bóru kistuna, og teir eru allir – eins og Gordon Banks var – málverjar. Teir fýra vóru Jack Butland (Stoke), Joe Anyon (Chesterfield), Kasper Schmeichel (Leicester) og Joe Hart (fyrrv. enskur landsliðsmálverji).
Orsøkin til, at teir fýra bóru kistuna, var, at teir umboða tey trý ensku feløgini og tað landsliðið, ið Gordon Banks umboðaði áðrenn hann seinastu árini á yrkisleiðini spældi í USA, Suðurafrika og Írlandi.
- Tað er ein æra at vera við í hesum hátíðarhaldinum. Vit eru takksamir fyri at hava fingið hendan leiklutin frá familjuni hjá Gordon, sigur Stoke-málverjin, Jack Butland, við Stoke-on-Trent Live.
Hundraðtals fólk vóru á gøtunum í Stoke-on-Trent at siga eitt seinasta farvæl við Gordon Banks, og fylgið legði eisini leiðina framvið leikvøllinum hjá Stoke.
Jarðarferðin byrjaði við sálminum 'Ver Tú Mær Hjá' og endaði við sanginum 'My Way' hjá Frank Sinatra. Fyrrverandi liðfelagin hjá Gordon Banks, Geoff Hurst, helt talu.
- Hann var ein skemtari. Ein stuttligur maður, sum í meira enn 50 ár, hvørjaferð vit møttust á fótbóltsleiðini ella seinni í lívinum, kom til mín og skemtaði, segði Geoff Hurst millum annað í taluni.
- Hann var ein stjørna á vøllinum, men uttanfyri vøllin var hann ein púra vanligur vanligur maður uttan erpni og stórlæti, segði Geoff Hurst.