Komandi vikuskiftið fær KÍ forkunnuga vitjan. Talan er um komandi danska A-landsliðsvenjaran, Kasper Hjulmand, ið frá 1. August 2020 tekur yvir eftir Åge Hareide. Tað boðar felagið frá á heimasíðuni í dag.
- Kasper kemur at hyggja at felagnum og ráðgeva hvussu vit kunnu gerast eitt sterkari altjóða felag. Fríggjakvøldið hevur KÍ eitt serligt tiltak fyri sponsorunum, har Kasper kemur at hava ein fyrilestur fyri teimum, skrivar ki.fo.
47 ára gamali Kasper Hjulmand hevur verið venjari hjá Bundesliga-felagnum Mainz 05, Lyngby og FC Nordsjælland, har hann hevur verið venjari í tveimum umførum. Fyrra tíðarskeiðið hjá FC Nordsjælland eydnaðist serliga væl, har felagið gjørdist danskur meistari í 2012, og fekk samstundis beinleiðis atgongd til Champions League bólkaspælið.
##med2##
Kappingarárið 2014 var hann venjari hjá Bundesliga-felagnum Mainz 05. Í 2016 kom hann aftur til FC Nordsjælland, har hann kappingarárið 2017/2018 við felagnum gjørdist nummar trý.
- Kasper kemur at vera saman við Mikkjali Thomassen til venjingar, og til stórsteypadystin millum KÍ-HB, sum verður spældur á Tórsvølli leygardagin klokkan 19. Hansara eyðkenni er góður álops- og 'possession'-fótbóltur, ið ofta verður settur í samband við FC Barcelona, skrivar ki.fo.
FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá Stórsteypadystinum millum KÍ og HB.