Kasparov ætlar at taka við eftir Putin

Fyrrverandi heimsmeistarin í talvi Garry Kasparov stillar upp til forsetavalið í Russlandi næsta ár Garry Kasparov stillar upp sum valevni hjá flokkinum Eitt Annað Russland. Á ráðstevnu í gjár høvdu flokslimirnir fleiri valevni at velja ímillum, men Kasparov vann stórsigur. Hann fekk 379 av teimum 494 atkvøðunum.

Tey seinastu árini hevur Garry Kasparov verið ein av teimum fremstu at finnast at Vladimir Putin og stýri hansara. Tá hann herfyri var í Keypmannahavn, segði Kaspatov á einum tíðindafundi, at stýrið í Russlandi er sum mafian.

Russiska forsetavalið verður í mars næsta ár.